Mentan

Rokksangarin John Lawton deyður, 74 ár

Vitjaði í Føroyum fleiri ferðir og sang saman við føroyska bólkinum Deiggj

John Lawton á palli í Norðurlandahúsinum í 2012 (Savnsmynd: Ólavur Frederimsen)

John Lawton á palli í Norðurlandahúsinum í 2012 (Savnsmynd: Ólavur Frederimsen)

2021-07-06 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski rokksangarin og fyrrverandi oddamaðurin í bólkinum Uriah Heep, John Lawton, er deyður, 74 ára gamal.

John Lawton stóð á odda fyri tí her í Føroyum so væl umtókta rokkbólkinum Uriah Heep í árunum 1976 til 1979.

John Lawton doyði 29. juni, men tað var ikki fyrr enn í gjár, at tíðindini bórust alment.

Uriah Heep skrivaði í gjár soleiðis á Facebook-síðuni:

“Tað er við djúpari sorg at vit frætta sorgarboðini um, at John Lawton doyði knappliga hin 29. juni 2021. Øvugt tí, ið hevur verið at frammi, so var ikki talan um nakra sjúku -  nakað, ið ger boðini enn meira óskiljandi.

Hann doyði friðarliga við konuni við sína lið. John verður stórliga saknaður.

Eftir egnum ynski, verður talan um eina privata jarðarferð, har bert familja og tey nærmastu verða til staðar.

Vónandi verða hesi ynskini hjá familjuni vird í hesum truplu tíðum.”

John Lawton gjørdist partur í Uriah Heep, tá upprunasangarin fór burturúr seint í sjeytiárunum. Hann hevði tá eitt nú verið ein av sangarunum í væl umtókta bólkinum bólkinum Les Humphries Singers.

John Lawton var oddamaður á trimum av plátunum hjá Uriah Heep, Firefly (1977), Innocent Victin (1977) og Fallen Angel (1978).

Millum vælumtóktu Heep-sangirnar, sum John Lawton syngur, eru eitt nú: “Sympathy”, “Wise Man” og “Free Me”.

John Lawton hevði tætt samband við føroyska orkestrið Deiggj, og spældi saman við teimum fleiri ferðir – eisini í Føroyum. Herundir er ein upptøka frá væleydnaðari konsert í Norðurlandahúsinum í 2011.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder