Uttanlands

Rokna ikki við nýggjari koronabylgju í Svøríki

Hóast talið av smittaðum økist, er ikki talan um eina nýggja bylgju, sigur serfrøðingur

2020-10-06 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av leiðandi serfrøðingunum innan korona í Svøríki, Björn Olsen, professari í smittusjúkum roknar ikki við, at Svøríki skal vænta eina sonevnda aðru bylgju av korona. Tað sigur hann í samrøðu við blaðið Expressen, og stuðlar sostatt undir tað, sum svenski statssmittuserfrøðingurin, Anders Tegnell hevur endurtikið fleiri ferðir.

Óttast varð fyri, at Svøríki – og serliga høvuðsstaðurin Stockholk – kundi vera rakt av eini nýggjari bylgju av koronavirus. Hesin ótti øktist tá talið av smittaðum og deyðum við covid-19 byrjaði at vaksa eitt sindur eisini.

Í gjár kundi Kungliga Tekniska Högskolan eisini almannakunngera úrslitið av royndum, sum vóru tiknar í kloakkvatninum í Stockholm. Hesar vístu, at covid-19 í kloakkvatninum var í vøkstri, og vísti á, at hetta er tekin um, at eisini smittan er í vøkstri.

- Eg trúgvi ikki upp á eina nýggja bylgju. Fyri at vit skulu fáa eina nýggja bylgju, skal virusið broytast – muterast – so nógv, at sjúkan gerst meira álvarslig og meira smittandi. Soleiðis er tað ikki. Men vit síggja tekn um, at smittan er á veg aftur. Vit síggja, at fleiri, ið lata seg testa, eru smittað uttan at vera sjúk, og so síggja vit eisini, at talið av inleggingum økist, sigur Björn Olsen til Expressen.

Tað verður hugt gjølla at Svøríki, tí landið ikki hevur handfarið smittuna eins og flest onnur lond hava.

Meðan so at siga øll lond í Evropa stongdu samfelagið tá covid-19 rakti, fór Svøríki sína egnu leið.

- Nakrar avmarkingar vórðu settar í verk, mest av øllum fyri at halda frástøðu og halda reinføri, men annars helt vanliga gerandislívið fram, stórt sæð sum vant í Svøríki, har tað var møguleiki at fara á barr, á matstovu, í handlar og til arbeiðis sum vanligt.

Framgangshátturin sá leingi út til at gerast kostnaðarmikil. Higartil eru 5.895 fólk í Svøríki deyð við koronavirus, harav umleið 5.000 vóru fólk yvir 70 ár. Talið av nýggjum smittaðum toppaði í juni, meðan talið av deyðum við korona hevur verið minkandi síðan í apríl.

Tað hevur fingið serfrøðingar í øðrum londum til at vísa á, at kanska er møguligt at klára høg smittutøl uttan at steingja landið, eins og gjørt varð í vár. Aðrir hava mett, at svensku tølini fóru at vaksa aftur í heyst, og at Svøríki harvið ikkihevði funnið eina góða loysn á koronaavbjóðingini. 

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder