Uttanlands

Rokna við at 63 gíslar enn eru á lívi

Av teimum 251 gíslunum, sum vórðu tiknir fyri einum ári síðani, eru 117 leyslatnir, og 71 hava latið lív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-10-07 16:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er partvíst ógreitt hvat hendi teimum 251 ísraelunum, sum fyri einum ári síðan vórðu tiknir til gísla og førdir til Gaza í sambandi við ógvusliga Hamas-álopið 7. oktober í fjør.

Tey flestu av teimum, sum enn eru saknað, vórðu tikin í Nir Oz kibbutsini og Nova tónleikafestivalinum.

Millum tey tiknu vóru fleiri familjur. Nakrir av familjulimunum eru leyslatnir aftur og vórðu noyddir at lata fleiri av sínum kæru vera eftir í Gaza.

Nú eitt ár eftir álopið bendir alt á, at 63 gíslar, teirra millum tvey børn, framvegis eru á lívi, skrivar finska kringvarpið Yle við AFP tíðindastovuni sum keldu.

Fyri Hamas, sum hevur valdið í Gaza, hava gíslarnir týdning sum samráðingarevni, tá samráðingar eru við Ísrael um treytir fyri vápnahvíld og leyslating av palestinskum fangum.

Av teimum 63, sum verða hildin at vera á lívi, eru 56 ísraelar, hóast summi teirra hava meira enn ein ríkisborgaraskap. Harafturat eru seks teilendarar og ein nepalesi. Talan er um 51 menn, 11 kvinnur og 2 børn.

Yngsti gíslin var einans hálvan nýggjunda mánaða, tá hann var tikin fanga. Bróðurin, Ariel, var 4 ára gamal, tá tey vórðu førd til Gaza.

Hamas hevur sagt at tey bæði børnini eru deyð, men hetta hevur Ísrael ikki váttað.

Uttan prógv um um lív er tað framvegis óvist, um øll tey 63 enn eru á lívi.

Av teimum 251 gíslunum, sum Hamas tóku úr Ísrael 7. oktober 2023 eru 117 leyslatnir, flestu teirra kvinnur, børn og útlendsk arbeiðsfólk.

Flestu teirra vóru leyslatin undir vikulongu vápnahvíldini, sum var í november í fjør, aftur fyri 240 palestinskar fangar, sum vóru í ísraelskum fongslum.

Upplýst hevur verið, at 71 av gíslunum eru deyðir. Av teimum eru 34 lík eftir í Gaza og 37 latin aftur til Ísraels.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder