Innanlands

Rokna við at byrja um tvey ár

Enn er ikki greitt hvar simulatorurin hjá Atlantic Airways Aviation Academy skal standa - vónandi nærhendis flogvøllin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog

2022-06-02 13:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein sáttmáli upp á góðar 100 milliónir krónur, sum Jóhanna á Bergi, stjóri, og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog skrivaðu undir í dag saman við umboðum fyri franska felagið Thales Group.

Thales er eitt felag, ið virkar á altjóða støði, og veitir ymsar loysnir til flog- og hernaðarfinnuna.

Millum annað serbygdar flogsimulatorar, og tað er ein slíkur simulator, sum Atlantsflog nú hevur bílagt. Kostnaðurin er 100 milliónir krónur “og nakað afturat”, sum verður fíggjað gjøgnum BetriBanka og Íleggingargrunnin.

“Nakað afturat” er eitt nú bygningurin, ið skal húsa simulatorinum.

Enn er ikki endaliga greitt hvar bygningurin skal standa, men Jóhanna á Bergi, flogstjóri, sigur, at vónin er at sleppa at byggja á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu skamt frá flogvøllinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Okkara ynski er at kunna staðseta simulatorin nærhendis flogvøllinum, so at hann er í umhvørvinum. Og av ídnaðarøkinum er gott útsýni yvir Vága Floghavn og ein kann fylgja við virkseminum her á flogvøllinum. Tað vildi verið ein góð staðseting, og tí eru okkara vónir, at samráðingarnar við Sørvágs kommunu koma upp á pláss nakað skjótt, sigur Jóhanna á Bergi.

Umframt eina høll til sjálvan simulatorin, skal bygningurin eisini rúma undirvísingarhølir, kantinuumstøður og onnur hølir, sum hoyra einum slíkum útbúgvingarstovni til.

Men talan verður ikki um at bjóða skeiðsluttakarunum gisting eisini.

- Nei har koma vit at vísa útlendingum á teir gistingarmøguleikarnar, sum eru í nærumhvørvinum, sigur Jóhanna á Bergi.

Tørvur á slíkum simulatori

Hon ivast ikki, at áhugin fyri at koma til Føroyar at taka útbúgving og skeið hjá Atlantic Airways Aviation Academy er stórur.

- Hesar tyrlurnar, sum vit brúka eru tær mest brúktu tyrlurnar í heiminum. Hvørja ferð ein nýggj tyrla verður bygd, skulu í miðal seks flogskiparar útbúgvast at flúgva tær. Og allir flogskiparar skulu javnan á skeið at endurnýggja sínar kunnleikar til tyrluna og til flúgving.

- Vit vita av royndum, at tað kann vera sera trupult at sleppa fram at slíkum simulatorum, og tí ivast vit ikki í, at tað verður áhugi aðrastaðni frá, at brúka okkara simulator.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

- Eisini, at vit fara at kunna bjóða serligar venjingar í leiting og bjarging. Tað er nakað, ið ikki ber til í løtuni. Okkara bjargingarfólk hava nógvar royndir við at arbeiða í avbjóðandi umstøðum – hetta er nakað, ið verður lagt merki til aðrastaðni eisini, sigur Jóhanna á Bergi. 

Hon vísir á, at tað bert eru einir 12 simulatorar tøkir til tey neyðugu skeiðini, ið tyrluflogskipararnir hjá Atlantsflogi hava tørv á. Harav hevur Atlantsflog atgongd til seks teirra - eitt nú tí at fleiri av hesum 12 bert verðr brúktir til hernaðarlig endamál.

Síðstu nógvu árini hava flogskipararnir hjá Atlantslof vant í einum simulatori hjá Gulf Helicopters í Doha, sum Atlantsflog hevur tætt samstarv við.

Er neyðugt at fara so langt? spyrja vit flogstjóran.

- Ja. Nærhendis okkum vita vit bara um ein simulator, sum er staðsettur í Finnlandi. Vit hava roynt, men hava ongantíð fingið pláss í hesum simulatorinum, sigur Jóhanna á Bergi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder