2022-02-27 13:56

Veðurforsøgnin fyri mánadagin sær ikki hugalig út, og tí kann roknast við skerdari sigling á Suðuroyarleiðini í morgin, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.
Í løtuni verður roknað við, at siglt verður til middags í morgin, og at siglingin restina av degnum verður avlýst.
Roknast kann eisini við avlýsingum á øðrum leiðum. Strandferðslan sigur, at nærri kunning kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald