Innanlands

Roknskapurin hjá Tórshavnar kommunu: Ein vøkstur á 2,6 prosent í fjør

Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í fjør vóru 1,17 milliardir krónur, og tað er 30 milliónir krónur meira enn árið fyri, sambært kommununi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-26 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronafarsóttin merktist ikki serliga nógv á ársroknskapinum hjá Tórshavnar kommunu fyri 2021. Kommunan hevði nevniliga ein vøkstur í samlaðu inntøkunum uppá 2,6 prosent í fjør.

Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í fjør vóru 1,17 milliardir krónur, og tað er 30 milliónir krónur meira enn árið fyri, skrivar Tórshavnar kommuna.

Samanborið við fíggjarætlanina vórðu samlaðu inntøkurnar tó 77 milliónir – ella  sjey prosent – hægri.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2021 vóru 889 milliónir krónur, samanborið við 838 milliónir krónur árið fyri. Talan er sostatt um ein vøkstur á 51 milliónir ella 6,1 prosent.

Orsøkirnar til øktu rakstrarútreiðslurnar eru í høvuðsheitum økt virksemi og harvið búskaparvøkstur og tilflyting til kommununa. Fólkavøkstur og fleiri familjur í kommununi hevur við sær økt barnatal, sum millum sæst aftur í barnaansingarøkinum, sum aftan á eldraøkið upp á seg hevur næstmestu útreiðslurnar við sær, skrivar Tórshavnar kommuna.

Íløgur fyri 193 milliónir

Í fjør vórðu eisini gjørdar íløgur í kommununi fyri 193 milliónir krónur. Størsti parturin av íløgunum –82 milliónir krónur – varð brúktur á økinum fyri mentan og frítíð.

Til langhylin blivu brúktar 31 milliónir, og til vestursíðuna av Tórsvølli 20 milliónir. Harumframt eru brúktar 14 milliónir til fótbóltsvallir, og til skjótibreytina hjá Byrsumúla vórðu níggju milliónir brúktar.

Íløgur í tekniska økið vóru 60 milliónir krónur, og íløgur vórðu gjørdar í byggibúning, har ið 12,5 milliónir blivu brúktar til útstykking omanfyri Argjahamar. Á Karlamagnusarbreyt eru nýttar 9,1 milliónir til asfaltering og parkering. Tilsamans eru 11,2 milliónir krónur brúktar uppá vegir. 10,6 milliónir vórðu eisini brúktar til fríðkan av kommununi.

Á eldraøkinum vóru íløgur gjørdar fyri tilsamans 21 milliónir krónur. URD er liðugur og tikin í nýtslu og í 2021 vórðu brúktar 15 milliónir til hetta endamál.

Íløgur vórðu eisini gjørdar í Tórshavnar havn, og eisini gongur støðugt framá við smábátahylinum í Álakeri. Bygt bleiv fyri 11 milliónir krónur.

Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið fyri 2021 var eitt avlop á 60 milliónir krónur, og játtanir at flyta fram til komandi ár er 16,5 milliónir krónur fyri rakstur og 159,6 milliónir krónur fyri løgur.

Langfreistaða skuldin við árslok 2021 var 250 milliónir krónum. Av hesum hoyra 240,7 milliónir krónur til Tórshavnar havn og 9,2 milliónir krónur til Tórshavnar kommunu.

Samlaði tøki peningurin við árslok 2021 var 214,6 milliónir krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder