Innanlands

Røktarheim og røktaríbúðir byggjast á Stórubrekku

Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum – Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-23 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeitt verður við at gera byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum á Stórubrekku. Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu stendur fyri hesum arbeiði.

Sambært kommununi er talan um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum.

Byggiskráin verður liðug nú í summar, og verkætlanin skal eftir ætlan bjóðast út seint í ár. Bygginevndin hevur tikið støðu til at bjóða arbeiðstøkuna út í høvuðsarbeiðstøku, m.a. tí talan er um eina sera stóra verkætlan.

– Ynski er eisini at leggja dent á vælferðatøkni sum heild í røkt í Tórshavnar kommunu. Umsitingin er í gongd at fáa lýst krøv til vælferðatøkni í byggiskránni, soleiðis at hetta verður knýtt í hesa verkætlan.

– Býráðið skal nú játta pening til uppstart, forkanningar, ráðgeving, fyrireiking til útbjóðing av verkætlanini. Harumfrat skal umsitingin hava heimild at bjóða verkætlanina út og at fara undir sáttmálasamráðingar við vinnandi ráðgevarafyritøkuna, skrivar kommunan.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder