Í fleiri dagar hevur ein avgustur uppihildið sær í djúpa fjørðinum Whiteness Voe á vestursíðuni av sunnara parti á Mainland í Hetlandi.
Hetlendingar vóru nærum vísir í, at stórhvalurin, ið var mettur at vera 13 metrar langur og viga um 50 tons, fór at renna seg fastan í fjørðinum, har tað nógva staðni er grunt.
Men í gjár eydnaðist tað at reka hvalin til havs aftur.
BBC skrivar, at tað í gjár eydnaðist nøkrum bátum at reka hvalin til havs aftur.
Avgusturin var fyrstu ferð sæddur í Whiteness Voe í farnu viku. Umframt at óttast fyri, at hvalurin skuldi gera landgongd, so bóru hetlendingar eisini ótta fyri, at tað ikki er nóg mikið av føði at finna hjá einum so stórum súgdjóri inni í hesum fjørðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald