Innanlands

Rókur Open í Skúlanum við Streymin

Talvfelagið Rókur skipaði fyri kapping í vikuskiftinum

Varaborgarstjórin handaði virðislønirnar (Mynd: Sunda kommuna)

Varaborgarstjórin handaði virðislønirnar (Mynd: Sunda kommuna)

2022-03-09 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunda kommuna: Í vikuskiftinum bleiv Rókur Open telvað í Skúlanum við Streymin. Kappingin byrjaði fríggjakvøldið kl. 19, og síðsti leikur bleiv fluttur sunnukvøldið kl. 21.

Rókur Open hevur verið ein afturvendandi kapping, sum Talvfelagið Rókur hevur skipað fyri seinastu árini. Kappingin er skipað soleiðis, at trý kviktalv verða telvaði fríggjakvøld, tvey langtalv leygardag og tvey langtalv sunnudagin.

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

  • Rógvi Egilstoft 7 stig
  • Jón í Horni Nielsen 5 stig
  • Heðin Gregersen 5 stig

Tvær ratingsvirðislønir blivu givnar. Ratingsvirðislønina upp til 1200 vann Brestir Samuelsen, meðan ratingsvirðislønina millum 1201 og 1800 vann Ingolf Debes.

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, handaði virðislønirnar.

Øll úrslitini eru at síggja her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder