Bretski rokkbólkurin, The Rolling Stones váttar á sosialu miðlunum, at bólkurin gevur út nýggja útgávu í summar.
Útgávan, sum fær heitið Foreign Tongues verður givin út 10. juli.
Limirnir í bólkinum, Mick Jagger, Keith Richards og Ronnie Wood, hava um vikuskiftið deilt nýggja plátuhúsan á sosialu miðlunum og ein brellbita av einum nýggjum lagi, skrivar Ritzau.
Hetta verður fyrsta útgávan hjá The Rolling Stones síðan 2023, tá bólkurin gav út Hackney Demons, sum m.a. vann Grammy-virðisløn.
Síðan bólkurin varð stovnaður í 1962, hevur The Rolling Stones givið út yvir 20 útgávur. Hesi árini hava fleiri útskiftingar verið í bólkinum, og eru Mick Jagger og Keith Richards einastu upprunalimirnir, sum eru eftir. Ronnie Wood hevur verið við í bólkinum síðan 1975.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald