Soleiðis hevur tú ikki sæð Romeo og Julet áður.
Hetta kvøldið upplivir tú Shakespeare og hansara skaldskaparfrøði, orðagand og samspæl millum sorgarleik og skemt. Hansara sorgarleikir eru so góðir, at teir eru tíðarleysir. Lýsingin av sambondunum ímillum menniskju eru viðkomandi enn tann dag í dag.
Søgan um Romeo og Julie er tíðarinnar mest kendi leikur og tann valdmiklasta kærleikssøgan sum er. Men Romeo og Julie er nógv annað enn tað.
Hendan útgávan av søguni verður spæld av norska Kompani13, og er serliga gjørd til ungdóm, men vendir sær til áskoðarar í øllum aldri.
Leikurin vann Bergen Fringe Award 2018 "Fringe Spirit Award", og eina áskoðaravirðisløn í Litava eins og á festivalunum Dive into the theatre" í Kaunas og á Reykjavik Fringe festival i 2019.
Leikurin er framleiddur í samstarvi við Festspillene i Bergen.
Leikarar o.a:
Uppskotsmenning: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen
Handrit: Jorunn Lullau, Steinar Thorsen, Lasse Åkerlund
Pallseting og búnar: Lasse Åkerlund
Leikarar: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen
Framleiðari: Hjørdis Steinsvik, Syv mil
Aldursmark: 14+
Mál: norskt
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald