
Ein maður lá á sjónum á havnarvág í nátt og rópti um hjálp í einar 15-20 minuttir, áðrenn hann varð bjargaður upp aftur.
Klokkan 03.18 í nátt fekk løgreglan fráboðan frá fólki, sum hoyrdi róp nærhendis farstøðina í Havn. Tey dugdu ikki at siga, um talan var um neyðarróp ella nakað annað.
Ein patrúlja hjá løgregluni fór á staðið at kanna málið, og tað vísti seg, at rópini komu frá sjónum, nærhendis skráan, har Smyril og Norrøna leggja at við Bursatanga.
Maðurin hevði tá ligið í sjónum í einar 15 til 20 minuttir, metir løgreglan. Meðurin hvar hjálptur upp á turt aftur, og tá var hann kaldur og sera illa fyri.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og vakthavandi á løgreglustøðini kann í morgun boða frá, at maðurin hevur tað gott aftur nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald