Mentan

Rørdur Teitur í “Toppen af poppen”

Mads Langer tulkaði lagið “I Was Just Thinking” hjá Teiti Lassen. Sendingin varð víst á TV2 í kvøld

(Skíggjamynd: TV2 Play)

(Skíggjamynd: TV2 Play)

2020-09-06 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teitur Lassen er millum tónleikararnar, sum eru við serútgávuni av Toppen af poppen í sambandi við, at tað í ár eru tíggju ár síðani at sendingin fyrstu ferð varð send á sjónvarpsrásini TV2.

Parturin, har Teitur er við, varð sendur á sjónvarpsrásini í kvøld, og eins og seinast lata tey væl at føroyingum.

Sangarin Mads Langer tulkar eitt av kendastu løgunum hjá Teiti, “I Was Just Thinking”. Hann ger tað so inniliga og gott, at Teitur má turka sær um eyguni aftaná. TV2 Play lýsir partin sum “Tårer fra Teitur”.

Hoyr tulkingina hjá Mads Langer her (tv2.dk).

Teitur tulkar sjálvur “Alt hvat jeg vil sige” hjá Annika Aakjær. Hoyr tulkingina her (tv2.dk).

Allur parturin frá í kvøld kann síggjast á TV2 Play um ein hevur hald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder