Innanlands

Rørsludagur á dagstovnaøkinum skal stimbra rørslu og spæl

Tað var gott lag og rokan í fjørðuni, tá ið trivnaðarátakið fór av bakkastokki í Badmintonhøllini í Klaksvík týsdagin

2022-11-03 18:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Námsfrøðiliga ráðgevingin hevur saman við samskiparanum á dagstovnaøkinum og øðrum starvsfólkum á dagstovnaøkinum ment eitt felags átak, sum skal stimbra hugin til spæl og rørslu. 

Bæði dagrøktin og dagstovnarnir í býnum luttóku, og varð tiltakið skipað við ymiskum spølum fyri bæði stór og smá. Bókasavnið luttók eisini við bókum, og varð tað sera væl móttikið.

Samskipanin av tiltakinum eydnaðist sera væl. Badmintonhøllin varð býtt í økir, sum á ymiskan hátt byrtu undir hugin at vera virkin, saman og hugbundin. 

[object Object]

Tiltakið er liður í eini meinningarætlan, sum skal stimbra spæl millum børn og millum børn og vaksin.

Hetta er fyrsta av tveimum tiltøkum. Seinna tiltakið verður stutt fyri norðoyastevnu næsta ár.

Klaksvíkar kommuna 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder