2019-09-14 13:14
Í sambandi við heystfagnaðin, sum verður í døgunum 14. – 19. oktober, verður nú møguleiki at hoyra Rosu frá Rouladegade framføra live í Føroyum.
Tað eru nokk fleiri børn sum kenna hana frá DR barnajsónvarpsrásini Ramasjang, tá hon bakar køkur og annað leskiligt í køkuhúsinum á Rouladegade.
Hetta er fyrstu ferð Rosa kemur til Føroyar at framføra. Hon fer at syngja fleiri kend løg við hjálp frá mætu jazz tónleikarunum Palle og Sille, sum vit hava hoyrt frá m.a. Rouladegade, Byttebiksen, Sovedyr på Eventyr, Cirkus Summarium.
Meira kunning kemur seinni á sms.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald