Uttanlands

Rosalynn Carter deyð

Fyrrverandi forsetafrúan í USA, Rosalynn Carter andaðist í gjár, 96 ára gomul

Jimmy og Rosalynn Carter avmyndaði 20. januar 1977 (Mynd: EPA)

Jimmy og Rosalynn Carter avmyndaði 20. januar 1977 (Mynd: EPA)

2023-11-20 09:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi forsetafrúan í USA, Rosalynn Carter, andaðist í gjár, 96 ára gomul, upplýsir Carter Center, sum hon rak saman við manni sínum, fyrrverandi forsetanum Jimmy Carter.

Hon fekk ein friðarligan enda, umgird av familjuni, skriva fleiri miðlar.

Í mai varð boðað frá, at hon hevði fingið staðfest demens, og fríggjadagin varð boðað frá, at hon fekk hospiceviðgerð, eins og maður hennara, 99 ára gamli Jimmy Carter, hevur fingið síðan februar.

Rosalynn og Jimmy Carter, ið bæði vóru fødd í Plains í statinum Georgia vóru gift í 77 ár. Tey vóru forseti í forsetafrú í árunum 1977 til 1981. Parið stonvaði The Carter Center í 1982.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder