Mentan

Roses: Nýtt staklag frá Beinir

"Roses" sprettur sum ein erlig hugleiðing um kærleika, iva og dirvið, sum krevst, fyri at velja ein persón at fylgjast við restina av lívinum – Talan er um fyrsta staklag av komandi EP hansara, The end or beginning of us

2026-04-24 12:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gevur Beinir út nýtt staklag.

Talan er um lagið "Roses", fyrsta staklag av hansara komandi EP, sum fer at hava heitið The end or beginning of us.

"Roses" sprettur sum ein erlig hugleiðing um kærleika, iva og dirvið, sum krevst, fyri at velja ein persón at fylgjast við restina av lívinum.

– Í fjør spurdi eg damuna, um hon vildi giftast við mær, og hon segði ja. Eg føli meg ótrúliga hepnan, og hon er tað besta, sum er hent mær. Síðani eg møtti henni tíðliga í 2023, havi eg alla tíðina vitað, at tað skuldi vera vit bæði. Men ofta er langt frá tanka til gerð, tá tað kemur til at taka eitt so stórt stig sum hetta. Tankarnir fylla nógv - bæði teir ljósu og góðu, men eisini ivin, um ein sjálvur megnar at liva upp til tað, sigur Beinir.

– Tað er nakað av tí, sum eg royni at siga í tekstinum til hendan sangin. Eg haldi, at tað er eitt týdningarmikið evni, tí stórar og spennandi løtur í lívinum eru ikki altíð bara ljósareyðar - fólk ivast og kunnu gerast bangin mitt í øllum tí vakra, sum fer fram.

Beinir hevur sjálvur framleitt. Hann hevur skrivað "Roses" saman við Morten Winter Nielsen, Jónas Gaard og Sharon Vaughn. "Roses" er givið út undir altjóða samstarvi millum feløgini Tigerspring, Music is fun og Virgin Music Group.

Komandi mánaðirnar fer Beinir at geva nógvan nýggjan tónleik út - bæði einsamallur og sum partur av føroyska bólkinum Tøgn, sum vann áhoyravirðislønina á FMA 2025 og Ársins útvarpshitt fyri sangin "Kamarið". Í november kann Beinir eisini upplivast í Reinsarínum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder