Uttanlands

Ross í hópatali deyð í kavaódnini á Norðurlandinum

Ongin møguleiki hjá bóndunum at vera fyrireikaðir upp á slíkt veður

(Mynd: RUV)

(Mynd: RUV)

2019-12-24 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Óvanliga nógvi kavin, sum herjaði Norðurlandið í Íslandi í undanfarnu viku er orsøk til at ross í hópadali eru undirkavað og deyð, skrivar Icaland Review.

Minst 80 ross eru funnin deyð, og 100 eru ikki funnin aftur enn. Rossini, sum eru funnin á lívi, eru útlúgvað og illa fyri orsaka av hørðu viðurskiftunum tey hava klárað seg í hesa seinastu tíðina.

Sambært MAST, búnaðarmyndugleikunum í Íslandi, vóru ongir møguleikar at bjarga rossunum, sum lótu lív.

- Undir slíkum viðurskiftum, sum vit upplivdu undir ódnini, er einki at gera. Eg havi starvast innan økið í 25 ár og havi ikki upplivað slíkt áður, sigur Sigriður Björnsdóttir, djóralækni.

Í Íslandi hava røddir verið frammi um vanrøkt, tí rossaánararnir ikki megnaðu at bjarga sínum djórum.

Hesum vísir djóralæknin Ingun Reynisdóttir aftur:

- Rossaeigararnir gjørdu tað tey kundu fyri at bjarga djórum sínum. Talan er um ábyrgdarfullar bóndur, sum hava stríðst móti veðrinum fyri at herberga sínum djórum. Tað er ikki rímiligt, at tey skulu hava skuldsetingar um misrøkt hangandi yvir sær, sigur Ingun Reynisdóttir við Ríkisútvarpið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder