Mentan

Rossaalarar ynskja sær grøna fløtu í Havn

”Rossafløtan” kann gerast ein høvuðsstaðarattraktión har høvi verður at kunna seg um føroyska rossið

Roar Olsen og Anna Louisa Joensen handa borgarstjóranum faldaran um Rossafløtuna

Roar Olsen og Anna Louisa Joensen handa borgarstjóranum faldaran um Rossafløtuna

2018-11-19 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið alarar av føroyskum upprunarossum (FAFU) hevur í dag handað Anniku Olsen, borgarstjóra, eina áheitan um at Tórshavnar kommuna keypir og gevur felagnum rættindi at halda til á trøðni við Dalavegin í Havn, til vitjanarstað, at varðveita og menna føroysk ross.

Trøðin er av eigarunum sett til sølu, samstundis, sum verkætlanin at verja Stóragarð er farin í gongd. Tí alararnir av føroyskum upprunarossum tað vera eitt gylt høvi at sameina grøna økið til eitt alment gagnligt endamál.

Talan er um grønu fløtuna við Dalavegin, sum Stórigarður gongur í gjøgnum. Stórigarður er sambært skráseting hjá Tórshavnar Kommunu á trøðni við Dalavegin í sera góðum standi, eins og bert eitt annað stað úti við Strond. Fløtan við Dalavegin við Stóragarð, er helst seinasta mentanarumhvørvi av sínum slagi í upprunastandi í miðbýnum, sum er sera virðismikið og vert at varðveita við at gerast karmur um eina burðardygga verkætlan av hesum slag.

Allir høvuðsstaðir hava okkurt slag av attraktión, sum snýr seg um djór, oftast zoologiskir havar td. New York Zoo, Berlin Zoo, CPH Zoo. Eitt av kendastu dømunum í Danmark er, hvussu býurin Randers, við at seta á stovn Randers Regnskov, flutti seg frá at vera ein útjaðarabýur, til at gerast eitt stórt ferðavinnumálið í Danmark.

- Okkara ynski og endamál er, at vit megna at fáa Rossafløtuna at gerast ein høvuðsstaðarattraktión, har allir barnagarðar og skúla okkara í landinum vitja, aftur og aftur, sigur felagið FAFU.

Í 2018 er talið av føroyskum rossum oman fyri 90. Um umstøðurnar fyri alingini batna, er vónin at ross nummar 100 verður folað á sumri í 2020. Støðan er, at í skrivandi stund eru føroysku rossini heimleys í Tórshavnar kommunu.

Felagið Alarar av føroyskum upprunarossum, er kunnað av Tórshavnar kommunu um, at kommunan í størst møguligan mun ynskir at savna rossavirksemið í Havnardali, og hevur eisini søkt Tórshavnar kommunu um eitt øki til fjós og reiðvirksemi í Havnardali, næst har kommunan áður hevur latið líknandi lendi til eigarar av íslendskum rossum og øðrum rossum av útlendskum uppruna.

Har hevur kommunan m.a. stuðlað hesum, við bygging av ríðihallum og gøtum. Ætlanin við at søkja um byggilendi í Havnardali var, at føroysk ross eisini kunnu gerðast náttúrligur partur av rossaumhvørvinum har.

Fyri meira enn einum ári síðani søkti felagið um byggilendi í Havnardali, soleiðis at føroysk ross eisini kunnu gerđast náttúrligur partur av rossaumhvørvinum har. Felagið fekk at vita frá Byggi- og býarskipanar deildini, at felagið ikki skal gera sær vónir um at sleppa upp í part í Havnadali, tí mótstøðan har er stór.

FAFU vónar, at Tórshavnar kommuna, eisini í Havnardali, vil bjóða føroyska rossinum somu sømdir og eins góðar karmar, sum kommunan bjóðar eigarum av útlendskum rossum. Felagið heldur, at nú er stundin komin har høvuðsstaðurin vísur seg at ganga undan at verja føroyska rossið.

Umframt hetta, heldur FAFU, at høvuðsstaðarkommunan eigur at raðfesta og varðveita eitt grønt øki í miðbýnum, har ung sum gomul, hava lætta atgongd til at kunna seg um og síggja og njóta ross av føroyskum uppruna. Hoyra søguna um føroyska rossið, hvønn týdning tað áður hevði, og hvussu tað tá, varð nýtt í øllum arbeiđi á landi. At føroyska rossið var nærum avoytt, men tó bjargað í síðstu løtu, tá bert ein greðingur var eftir á lívi.

Tað er til hetta endamál, at FAFU heitir á Tórshavnar kommunu, um at ogna sær trøðna við Dalavegin.  

Sí faldara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder