2019-11-20 16:50
Tað var ein bilsin Hilmar Hansen, sum fyrr í vikuni fekk eina rottu á línuna. Tí ein av toskunum, sum hann hevði fingið á línu norðanfyri Skerhólm á Sørvágsfirði, hevði etið eina rottu, og hon lá í maganum.
Jn.fo skrivar um hendingina, og vísir eisini til eina hending, sum sørvingurin var út fyri í august mánaði í ár.
Hilmar Hansen var tá til útróðrar suður úr Mykinesi, og var í ferð við at kryvja, tá hann føldi okkurt hart í maganum á einum stórum toski. Hann hugdi nærri hvat tað var, tað vísti seg at vera rovini av einum Kjógva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald