Innanlands

Rovini av fleiri túsund ára gamlari bjørn komin undan kavi

Ísurin á sibirisku oynni, har bjørnin hevur ligið varðveitt, tiðnar

2020-09-14 19:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reinsdjórahirðar í Sibiria hava funnið rovini av eini bjørn, av einum slagi, sum hevur verið útdeytt síðan seinastu ístíð. Rovið er sjáldsama væl varðveitt. Trínið er nærum óskalað og tað sama við invortis gøgnunum, skrivar heimasíðan hjá lærda háskúlanum í Yakutsk.

Rovini vórðu funnin á Bolshoj Ljakovskij-oynni við sibirsku norðurstrondina her eysturi millum Laptev-hav og Eystursibiriahav.

- Bjørnin er ógvuliga væl varðveitt við øllum innaru gøgnunum og tríni. Hetta kann fáa stóran týdning fyri granskingina, sigur Lena Grigorieva, granskari á universitetinum í Yakutsk.

Fyribils kanningar vísa, at talan er um eina hellisbjørn (ursus spelaeus), sum hevur livað fyri millum 22.000 og 39.500 árum síðani. Tað eru 15.000 ár síðan hesar bjarnir doyðu út.

Bjørnin hevur ligið fryst í ísinum alla hesa tíðina, men er nú komin undan kavi orsaka av at jørðin gerst heitari. Fleiri sjáldsom djórasløg eru komin undan kavi í Sibiria av somu orsøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder