2020-01-15 10:39

Royal Run verður tíðliga í summar á triðja sinni. Í fjør varð Royal Run millum annað hildið í Klaksvík á Noroyðastevnu, har Frederik krúnprinsur var við.
Í ár verður hann í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, til tað fyrsta av teimum seks Royal Run-tiltøkunum. Tað verður tann 28. mai, og har ber til at renna ein míl, fimm kilometrar ella tíggju kilometrar. Krúnprinsurin skal sjálvur renna 10 kilometrar. Í Klaksvík í fjør hevði hann ein skaða, ið gjørdi, at hann súkklaði á rutuni ístaðin fyri at renna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald