Innanlands

Royktur fiskur frá Sjógæti afturkallaður

Listeriabakteriur eru funnar í vøruni

2021-03-29 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í dag frá at virki Sjógæti afturkallar eitt partí av royktum fiski, sum virkið hevur sent út í handlarnar.

Talan er um kaldroyktar vørur pakkaðar eftir 5. mars í ár. Orsøkin er, at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Talan er um skivuskornan royktan laks í 200 gramm pakkum, laksastykki í 150 gramm og 300 gramm pakkum og um royktan svartkalva í 150 gramm pakkum.

Talan er um vøru, sum er pakkað frá 5. mars til 23 mars. Vøran er seld í føroyskum handlum.

Sagt verður, at infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Sjúkueyðkennini líkjast influensu við fepri, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum ,

Brúkarar, ið hava keypt hesa vøru, verða biðin um at beina hana burtur ella lata hana innaftur til handilin, har tær eru keyptar, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder