2024-08-27 08:11
Nakað eftir klokkan 17 í gjár var stórur útrygningur út Havn og til Kirkjubøar. Hetta í sambandi við, at fráboðan kom um, at eldur var kyknaður í Sandoyartunnlinum.
Men talan var um falskan alarm.
Alarmurin varð aktiveraður og øll tilbúgvingin sett í verk, tá roykur uppstóð í tunnlinum orsaka av einum bili við upphitaðum bremsum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald