Innanlands

Roykur úr bingju á Brúarfoss

í gjár varð boðað frá, at roykur kom úr einari bingju á bingjuskipinum, sum var statt eystanfyri Føroyar – Bingjan varð køld við vatni, og sløkkiliðið fór umborð at tryggja staðið, tá skipið kom á Havnina

Brúarfoss (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Brúarfoss (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-14 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, tá klokkan var umleið hálvgum tvey, varð boðað frá, at roykur kom úr einari bingju á bingjuskipinum Brúarfoss, ið var statt 80 fjórðingar eystanfyri Føroyar.

Bingjan varð køld við vatni, og tá Brúarfoss kom á Havnina um klokkan hálvgum sjey í gjárkvøldið, fór Tórshavnar Sløkkilið umborð at tryggja staðið, skrivar Vørn.

Skipið er nú á veg til Reykjavíkar.

placeholder
placeholder