Stórt lið av bjargingarfólkum arbeiða í dag við at bjarga einum manni út úr Falkensteiner-hellinum sunnan fyri Stuttgart í Týsklandi.
Tveir persónar vórðu í gjár stongdir inni í hellinum tá vatnið tók at rísa. Fráboðanin kom seinnapartin í gjár. Bild.de skrivar, at talan er um eitt ferðafólk og ein ferðaleiðara.
- Tað kom óvart á tey, at vatnstøðan hækkaði so brádliga orsaka av nógvum regni í økinum teir seinastu dagarnar, sigur leiðarin fyri bjargingarliðnum, Harald Hermann, við Bild.
Løgreglan upplýsir í dag, at annar maðurin varð bjargaður út úr hellinum í nátt.
Fýra kavarar vóru í nátt inni hjá persónunum við mati og teppum, og sagt varð, at báðir høvdu tað gott.
Umleið 50 fólk eru við í bjargingararbeiðinum, og tey vóna at seinasti persónurin kann bjargast út í dag, skrivar tv2.dk.
- Menninir hava tað gott, og eru ikki í lívsvanda. Teir eru í Reutlinger Halle, upplýsti leiðarin fyri kavararnar.
Reutlinger Halle er eitt høll í hellinum, ið liggur umleið 650 metrar frá hellismunnanum, og sum liggur hægri enn vatnið kann rísa.
Tá fólkini skulu bjargast út, skulu tey gjøgnum tvær vatnfyltar holur, og skulu tí gera tað saman við royndum kavarum.
Hellið liggur í týska landspartinum Baden-Württemberg, og er eitt av størstu hellunum í økinum – holan er yvir fýra kilometrar djúp.
Bjargingarmyndugleikarnir ávara ímóti at fara meira enn 20 metrar inn í hellið, tá veðrið er ringt. Serliga um ferðaleiðari ikki er við.
Tá regn er, kann uttasti parturin av hellisskipanini fyllast við vatni, og tá skulu vitjandi brúka kavaraútgerð fyri at sleppa útaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald