
Fyrrapartin varð staðfest, at eldur var komin í Sandoyartunnlinum. Tað er Sandoyarmegin tunnilin, at hetta hendi.
Kringvarpið hevur ein tíðindamann á staðnum, sum fyri løtu siðani váttaði, at eldur var komin í eitt dieselaggregat 1500-2000 metrar inni í tunnilin, og at innanfyri tað staðið vóru tvey fólk stødd.
Arbeitt verður nú við at fáa yvirlit yvir støðuna og tamarhald á henni. Nakað av óvissu er um, júst hvør støðan er, og til ber ikki at fáa so nógvar upplýsingar frá myndugleikum ella fólki á staðnum. Tó kundi staðfestast, at roykurin ikki er líka nógvur sum fyrr í dag.
Løgrelufólk, sjúkrabilar, sløkkiliðsfólk og sløkkiliðsbilar eru komin á staði - talan er bæði um tilbúgving av Sandoynni og um fólk úr Tórsvhavn. Bjargingartyrla er eisini til stðar, upplýsir Kringvarpið. Seks roykkavarar fóru við tyrluni, sigur Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald