Løgreglan arbeiðir enn við ferðsluóhappinum, sum hendi undir Brúnni í Havn í nátt klokkan hálvgun fýra.
Tá løgreglan kom á staðið í nátt, var bilførarin rýmdur. Sjey tímar seinni hevði løgreglan funnið fram til ein mann, men vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir seinapartin, at enn er greiða ikki fingin á, hvat er hent ella um tað er føraranum, tey hava fingið fatur á.
Roynt verður at finna útav hvat er hent, og eisini um rúsdrekka hevur verið uppi í leikinum.
Bilurin hevur fingið stóran skaða, og sum tað sæst á myndunum er eisini annar materiellur skaði. At síggja til hevur bilurin koyrt niðan eftir Villingardalsvegnum, og hevur ikki klárað svingið til vegin undir Brúnni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald