
Margreta drotning kemur ikki til Føroya við flogfari í kvøld, sum ætlað. Flogfarið hjá danska flogvápninum gjørdi onga roynd at koma til Føroyar í dag, og hevur útsett fráferðina til í morgin.
Roknað verður nú við, at drotningin lendir á flogvøllinum í morginárið.
Vónin er framhaldandi, at skráin fyri fyrsta dagin á vitjanini kann haldast, men hon byrjar ikki til upprunaliga ætlaða tíð. Drotningin verður í høvuðsstaðnum í morgin. Eftir vælkomuhátíðarhald við Bursatanga, skal drotningin og hennara fylgi eitt nú vitja í Tinganesi, í Løgtinginum, á trappuni í Vágsbotni, á Skúlanum á Fløtum og Sjóvinnuhúsinum. Í annaðkvøld verður løgmaður vertur fyri døgurða í Norðurlandahúsinum.
- Fyribils rokna vit við, at skráin verður skumpað nakrar tímar fram í mun til upprunaliga ætlað. Men nágreiniliga skráin verður ikki klár fyrr enn í morginárið, segði Páll Holm Johannessen, miðlaráðgevi hjá løgmansskrivstovuni, á kunningarfundi fyri fjølmiðlunum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald