Innanlands

Royna at savna fólk við sjáldsamari nýrasjúku

Helst eru tað ikki meira enn millum eitt og fýra fólk, sum stríðast við pínufullu sjúkuni í Føroyum í løtuni

2021-06-03 19:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stig verður nú tikin til at finna føroyingar við pínufullu, men sjáldsomu nýrasjúkuni, sum kallast MSK (“Medullary Spongy Kidneys”) ella svampanýru.

Endamálið er at veita kunning og at stuðla hvør annan í avbjóðingunum við sjúkuni.

Sambært útlendskum hagtølum um títtleika av MSK, eru í Føroyum helst millum 2 og 11 tilburðir av soppanýrum. Nær MSK nýrasteinar og herviliga pínan gera vart við seg hjá berarum, kann vera ymiskt.

Sjúkan er arvalig, og ger vanliga vart við seg, tá berarin kemur nakað upp í árini.

Siga vit at ein triðingur av berarunum hava ampa av sjúkuni, merkir tað, at millum eitt og fýra fólk i Føroyum stríðast við pínufullu støðuna og hjáárin av júst hesi serstøku nýrasjúku.

- Eg kenni ein, og okkurt bendir á, at tað eru helst færri enn trý fólk í Føroyum, sum stríðast við hesa pínufullu støðu. Hevur tú sjúkuna – sig mær so endiliga frá. Endamálið er at veita kunning og at stuðla hvør annan í avbjóðingunum við sjúkuni, sigur Andrass Skaalum, sum er stigtakari at savna hesar sjúklingar.

Í fyrstu atløgu er ætlanin at savna MSK-sjúklingar í einum bólki á Facebook, sum eisini gevur atgongd til kunnandi amerikanska síðu. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder