Innanlands

Royna at snýta føroyingar

Geva seg út fyri at vera Post Danmark

Dømi um boð frá hesum sum gevur seg út fyri at vera

Dømi um boð frá hesum sum gevur seg út fyri at vera "Post Danmark" (Mynd: Skíggjamynd frá lesara)

2025-03-07 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur í kvøld fingið fleiri fráboðanir frá borgarum, ið hava fingið teldupost ella sms frá onkrum, sum gevur seg út fyri at vera Post Danmark.

Móttakarin verður biðin um at fylgja einum leinki.

Løgreglan mælir fólki frá at trýsta á leinki, tí talan er altso um teldusníkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder