Í morgin, mánadagin fara umboð fyri Russland og Ukraina at gera eina triðju roynd at samráðast fyri at fáa ein enda á stríðið landanna millum.
Higartil hava samráðingar ikki verið á ráðharrastøði, men ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba segði í gjár, at hann er opin yvirfyri møguleikanum at hitta russiska starvsbróðir sín, Sergej Lavrov.
Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett hevur tosað við Vladimir Putin, forseta í Russlandi, og Volodimir Zelenskij, og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur eisini havt eina langa telefonsamrøði við Putin í dag, har hann heitti á hann um at lýsa vápnahvíld í Ukraina og undirskria eina friðaravtalu.
Av skrivstovuni hjá turkiska forsetanum verður sagt, at Turkaland er til reiðar at hjálpa við at finna fram til eina friðarliga loysn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald