Innanlands

Royna Teistan í Nólsoy og Kalsoy

Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini

(Mynd: SSL)

(Mynd: SSL)

2023-11-17 07:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan fer í næstu viku at royndarsigla Teistan á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.

Endamálið er at meta um, hvussu skipið tekur seg út á farleiðunum og atløgunum í mun til stødd, manøvru og rampur.

Royndarsiglingin á Nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á Kalsoyarleiðini týsdagin 21. november. Veðurforsagnirnar síggja sum er gott út.

Hesar báðar dagarnar verða flytingar gjørdar á farleiðunum, ið verða ávirkaðar. Ternan fer á Sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á Nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á Hestleiðina.

Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini.

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt í mun til hini skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð liðugt bygdur á Mest í 2001. Fyri tíggju árum síðani bleiv orkuverkið umborð skift út.

Kunning um broytingarnar verða at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder