Tað ræður um at lena setrini á bilinum aftur, slongja beinini uppá instrumentbrettið, og njóta góðar og klassiskar filmar Úti í Støð á Sandi í vikuskiftinum 27.-28. November. Kanska tú skalt bjóða unnustuni til ein romantiskan drama film, ommubørnini til heimsgitnan teknifilm ella tú og vinfólkini fara ein túr at hyggja eftir einum jóla klassikara sum vekir gomul barndómsminnir. Nógvastaðni í Føroyum hevur verði lýst við sokallaða Drive-In Bio, og nú eiga Sandoyingar tørn at sleppa í biograf ímeðan tey sita væl til rættis í egnum bili.
Nýggjasta fyribrigdi innanfyri biograf verðina í Føroyum er Drive-In Bio. Hetta tók serliga dik á seg í ár, eftirsum tað er eitt ‘korona vinarligt’ tiltak. Nógv nýggj og øðrvísi tiltøk, eins og hetta eru sprottin úr hugflognum hjá íverksetarum, tá ið vit øll vórðu noydd at tillaga gerandisdagin. Drive-In Bio ger tað samstundis møguligt hjá borgarum í ymsu økjunum kring landi, sum ikki hava biografar, at sleppa at njóta ein biografstúr í nærumhvørvinum.
Tað sigst at Føroyingar einaferð vórðu raskastu skandinavar, aftaná Íslendingar, at ganga í biograf. Í 1960-70unum vórðu áleið 13 biografar í Føroyum, harímillum Skopunar Biografur. Síðani tá, er talið fallið, og nú eru Havnar- og Atlantis bio einastu biografar í Føroyum. Mong ár eru liðin síðani biografur var í Sandoynni, og nú hava tit høvi at royna tað á ein eitt sindur øðrvísi hátt. Nakað sum hóast alt hoyrir til ein biografstúr er poppkorn, góðgæti og sodavatn, og tað verður sjálvandi eisini at fáa til keyps á staðnum frá Sandoyar Fimleikafelag.
Tríggir filmar, Frozen II, Home Alone 1 og A Star Is Born verða sýndir 27.-28. november Úti í Støð á Sandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald