Innanlands

Royndi at smuggla hassj til Føroya

Eitt av ferðafólkunum við flogfari úr Danmark í gjár, hevði 90 gramm av hassji innvortis

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-08 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av ferðafólkunum, sum komu til Føroya úr Danmark í gjár, verður nú skuldsett fyri at hava roynt at smugla hassj til landið.

Tollararnir á flogvøllinum boðaðu løgregluni frá, at teir eftirhildu ein persón undir illgruna fyri at royna at smugla rúsevni innvortis.

Løgreglan flutti viðkomandi til Havnar, so at røntgenmyndir kundu takast. Og tað vísti seg at viðkomandi hevði okkurt innvortis.

Tað vísti seg, at talan var um 90 gramm av hassji. Eftir at viðkomandi hevði ‘avleverað’ tað síðsta, varð persónurin leyslatin aftur. Løgreglan fyrireikar nú rættarmál móti smugglaranum.

Talan er um ein føroying. Hevði talan verið um útlending, hevði viðkomandi fingið ein sokallaðan straksdóm. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder