2022-06-25 14:00
Mikudagin lat ein 33 ára gamal maður lív umborð á einum flogfari úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq í Grønlandi.
Orsøkin var, at hann hevði roynt at smugla rúsevnir innvortis. Men innpakningurin, sum maðurin hevði svølgt, var eftir øllum at døma ikki heilt tættur, og tí fóru rúsevnini víðari út í kroppin hjá manninum, upplýsir løgreglan í Grønlandi sambært Ritzau.
Higartil í ár hevur løgreglan skrásett 23 mál, har illgruni var um, at onkur smuglaði rúsevnir innvortis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald