Innanlands

Royndi at smugla yvir seks kilo av hashi við til Føroya

Kvinnan, sum er fyrst í tríatiárunum og kom við Norrønu fyri trimum vikum síðani, fekk eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri hetta, sambært Kringvarpinum. Ákæruvaldið ynskir strangari dóm

Kvinnan, ið játtaði seg partvís seka, varð latin leys - nú skal støða takast til, um málið skal skjótast fyri Landsrættin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kvinnan, ið játtaði seg partvís seka, varð latin leys - nú skal støða takast til, um málið skal skjótast fyri Landsrættin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-12 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fall dómur í Føroya rætti í máli um hash-smugling. 

Tað var 21. mars, at ein kvinna fyrst í tríatiárunum kom til Føroya úr Danmark við Norrønu. Sambært Kringvarpinum hevði hon krógvað hash í bili sínum, men hundurin hjá tollvaldinum snoddaði seg fram til mongdina av hashi. 

Samanlagt var talan um 6,6 kilo, ið er ein stór mongd - meira enn eitt kilo meira enn í málinum har dómur fall í november.

Tá var revsingin eitt ár í geglinum til persónin, ið royndi at smugla. Kvinnan í hesum nýggja málinum varð í gjár dømd til eins langa treytaleysa fongsulsrevsing. 

Hetta eru tríggjar mánaðir styttri, enn hvat kravið frá ákæruvaldinum var, skrivar kvf.fo. Ákæruvaldið fer nú at kanna, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Eftir dómur varð sagdur í gjár, varð kvinnan, ið játtaði seg partvís seka, fyribils latin leys.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder