Innanlands

Royndi kanningarleiðarin hjá Ferðaliðnum vitjar aftur í Føroyum

Bent Isager-Nielsen fer á uppleggi í Norðurlandahúsinum í morgin at greiða frá sínum royndum - og týdningin av at minnast til, at tú jagstrar eitt beist men handtekur eitt menniskja

73-ára gamli Bent Isager-Nielsen fer hóskvøldið at hugleiða um ymiskt í sambandi við størv síni innan drápsdeildina og hjá Ferðaliðnum

73-ára gamli Bent Isager-Nielsen fer hóskvøldið at hugleiða um ymiskt í sambandi við størv síni innan drápsdeildina og hjá Ferðaliðnum

2025-02-19 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hann hevur verið knýttur at Ferðaliðinum hjá donsku Ríkisløgregluni - sum vit kenna sum Rejseholdet - í 22 ár. Hann hevur arbeitt løgreglustøðini á Frederiksberg í fleiri umførum, hjá løgregluni í vestara býarpartinum í Keypmannahavn í 8 ár, bakmandsløgregluni og politistøðini í Norðursælandi. Hann hevur staðið á odda fyri kanningini av sera nógvum og mangan nógv umrøddum brotsmálum, umframt at hann hevur havt yvirskipaðar uppgávur bæði á virkisstigi eins og á strategiskum stigi í leiðslu, samskifti, miðling og bygnaðarmenning. Í dag starvast hann sum ráðgevi, fyrilestarhaldari, sjónvarps- og podvarpsvertur og skeiðsleiðari.

73-ára gamli Bent Isager-Nielsen er kendur sum ein av gløggastu og mest royndu kanningarleiðarunum í Danmark og hevur staðið fyri at kanna nógv sera trupul drápsmál, bæði í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

Í annaðkvøld fer hann at siga frá arbeiði sínum hjá løgregluni, har hann hevur verið í starvi í 44 ár. Hetta í høllini Norðurlandahúsinum.

Heimasíðan nlh.fo skrivar, at Bent Isager-Nielsen millum annað fer at tosa um týdningin av at minnast til, at tú jagstrar eitt beist, men handtekur eitt menniskja.

- Við hollu vitanini og innlitinum brúkar hann sínar drúgvu royndir í sambandi við viðkomandi mál, bæði her á landi og í útlondum. Eisini fer hann at greiða frá einum máli í 1994, sum byrjaði sum eitt drápsmál, men endaði sum okkurt heilt annað.

Bent Isager-Nielsen fer eisini at greiða frá, hvussu nógv talið á morðum er minkað seinastu árini, men tíverri ikki, tá talan er um konufólkmorð. Uppleggði verður hósdagin 20. februar klokkn 19.30.

Meira sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder