Innanlands

Royndu at lokka dreingir upp í ein bil

Tveir ungir menn royndu í gjár at lokka nakrar dreingir við góðgæti – Um onnur børn hava verið fyri slíkum, vil løgreglan fegin frætta um hetta

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-28 08:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir ungir menn høvdu roynt at lokka nakrar dreingir upp í ein bil. Hetta hendi í gjárkvøldið í Gundadali í Havn.

Tá dreingirnir, sum vóru um 12 ára aldur, noktaðu at fara uppí bilin, royndu menninir at lokka teimum við góðgæti, men hesum takkaðu dreingirnir eisini nei til, og tá ein av dreingjunum nevndi løgregluna, fór bilurin av stað.

Um onnur børn hava verið fyri slíkum, vil løgreglan fegin frætta um hetta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tað er ikki vist, hvørjar ætlanir menninir hava havt, men hetta er nakað, sum skapar ótta og ótryggleika, og tí hevur løgreglan tikið málið upp, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder