Uttanlands

Royndu at sleppa inn á Area 51 í gjár

Tiltakið varð stovnað í skemti, men ein lítil brotpartur av teimum 1,6 mió., sum høvdu teknað seg, møttu upp kortini. Tvey fólk vórðu handtikin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-09-21 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juli varð eitt tiltak stovnað á Facebook, sum heitti á fólk um at møta upp í oyðimørkini í amerikanska statinum Nevada og leypa á hernaðarbasan Area 51, fyri at finna útav, hvat tað var, sum amerikanski herurin fjalir harinni.

Les eisini: Fleiri enn ein mió. vilja sleppa inn á Area 51

Tiltakið, ið var stovnað í skemti, skuldi vera í gjár, men hóast 1,6 mió. fólk høvdu teknað seg á Facebook, møttu bert 100 fólk upp í Nevada tíðliga fríggjamorgunin, 

Men kvøldið fyri vóru tilsamans eini 1500 fólk møtt upp í býunum Rachel og Hiko, sum eru nærindis økinum. Talan eru um sera lítlar býir, so neyðugt var hjá fólki at sova í campingvognum, bilum og tjøldum.

Summi høvdu latið seg í sum aliens, sum sambært fleiri samansvørjingarteorium er tað, sum amerikanski herurin hevur fjalt í Area 51. Onnur vóru í hattum av silvurpappíri, og summi vóru so avgørd um at sleppa framat sannleikanum um Area 51, at lokala løgreglan mátti blanda seg uppí.

[object Object]Mynd: EPA

Sambært Washington Post vórðu tvey fólk handtikin, tá tey royndu at sleppa inn á Area 51, sum liggur mitt úti í oyðimørkini 240 kilometrar norðanfyri Las Vegas.

Í fleiri ár hava samansvørjingarteoriir verið um, hvat er at finna á Area 51. M.a. verður sagt, at  ein deyð rúmdarvera og ein flúgvandi tallerkur, sum datt niður í New Mexico í 1947, eru fjald harinni.

Amerikansku myndugleikarnir hava í áravís ikki viljað viðurkent, at hernaðarbasin yvirhøvur var til, áðrenn tað í 2013 kom fram í einum CIA-notati, at økið varð brúkt til at royndarflúgva njósnaraflogfør.

Hevði ikki væntað so stóra undirtøku

Stovnarin av tiltakinum, 21 ára gamli Matty Roberts, sigur, at hann yvirhøvur ikki hevði væntað, at so nógv fóru at taka tað í álvara.

Tiltakið fekk eisini amerikanska flogherin at úttala seg og mæla fólki frá at fara til Area 51.

Matty Roberts gjørdi tí av at broyta tiltakið til ein veruligan tónleikafestival, sum fekk navnið "Alienstock", sum skuldi haldast í Rachel. Hesin festivalurin varð tó avlýstur fyri fáum vikum síðani, av tí at undirtøkan varð mett ov stór til, at tiltakið kundi haldast í einum so lítlum býi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder