Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fólk taka við sær í sambandi við flogferðir og hvat roynt verður at flyta til onnur lond.
Ein heldur margháttilig støða var á stóra flogvøllinum í Istanbul 22. desember. Hetta skriva turkiskir og aðrir altjóða miðlar um nú á jólum.
Myndugleikar, millum annað tollvald, funnu "búr-líknandi farm", og var hetta nakað, sum vísti seg at vera ólógligt.
Talan var um eina lítla "western gorilla". Tað er eitt ógvuliga hótt djóraslag - video sæst av tí HER.
Upplýsingar vístu, at onkur hevði flutt hana úr Nigeria og ætlaði at fáa gorillaina við víðari til Bangkok í Teilandi - á ólógligan hátt.
Hetta eydnaðist ikki, og turkiska handilsmálaráðið legði hald á búrið og djórið.
Aðalráðið upplýsir fyri miðlinum Duvar, at hetta "gorilla-baby" hevur tað nógv betri nú, enn tá tað varð funnið á flogvøllinum fyri nøkrum døgum síðani. Starvsfólk hjá National Park hava tikið sær av serstaka djórinum síðani.
Tað er framvegis óvist, hvar gorillian skal halda til framyvir. Tað framgongur heldur ikki, hvørja revsing smuglararnir fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald