Innanlands

Royndu at spreingja bumbu í Viðvík

Djúpvatnsbumban stavar frá einum bretskum hernaðarflogfari, sum datt niður í 1943. Tað eydnaðist ikki at spreingja hana í gjár, so roynt verður aftur, tá veðrið loyvir tí, og heitir Arktisk Kommando, sambært Kringvarpinum, á fólk um ikki at nærkast bumbuni.

Bumban stavar frá einum bretskum flogfari, sum datt niður í 1943 (Stríðsárini 4, Niels J. Arge/kvf.fo)

Bumban stavar frá einum bretskum flogfari, sum datt niður í 1943 (Stríðsárini 4, Niels J. Arge/kvf.fo)

2026-10-18 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fóru fólk hjá Arktisk Kommando til Viðvíkar á Viðoynni at spreingja eina bumbu frá seinna heimsbardaga.

Talan var um eina djúpvatnsbumbu frá einum bretskum flogfari, sum datt niður har í 1943.

Tað eydnaðist tó ikki at spreingja, tí spreingiperlan riggaði ikki, skrivar Kringvarpið.

Ein nýggj roynd verður gjørd, tá veðrið loyvir tí, og heitir Arktisk Kommando á fólk um ikki at nærkast bumbuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder