Uttanlands

Rubio: Ukraina hevði ikki verið til uttan USA

- Tað hevði ikki verið nakað Ukraina til í dag, hevði tað ikki verið fyri tær milliardirnar av dollarum, sum USA hevur latið í hjálp.

(Mynd: Kylie Cooper/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Kylie Cooper/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-21 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukraina hevði ikki verið til sum sjálvstøðuð tjóð í dag, hevði tað ikki verið fyri USA.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sambært Reuters.

Hann sigur, at USA ikki longur er sinnað at tiga við hesum veruleika.

- Tað hevði ikki verið nakað Ukraina til í dag, hevði tað ikki verið fyri tær milliardirnar av dollarum, sum USA hevur latið í hjálp, bæði undir Biden-stjórnini og undir núverandi, sigur Rubio.

Amerikanski uttanríkisráðharrin vísir á, at onki skal takast frá ukrainsku herfólkunum, og teirra “djarva” stríðið fyri land teirra.

- Tey hava avrikað nakað heilt serstakt, takkað verið stuðlinum, tey hava fingið, og megnað at vart seg móti einum nógv størri landi, segði hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder