Leygardagin varð á øðrum sinni skipað fyri "Rudda Føroyar", har fleiri enn 1100 sjálvboðin fólk hjálptust at at rudda náttúruna kring alt landið.
Í fjør varð tilsamans 22 tons av ruski tikið upp á ruddingardegnum, og í ár varð meira enn 26 tons av ruski tikið upp.
Høvuðsorsøkin til, at mann í ár savnaði meira enn 4 tons meira enn í fjør var, at mann hesuferð eisini ruddaði gomul ídnaðarøki.
Ein stórur partur av tí, sum varð tikið upp, var eisini nýtt rusk, sum ikki vigaði nógv – plast og sigarettstubbar. Sostatt er talan um eina blanding av nýggjum ruski og gomlum ruski, sum hevur ligið í eini 50 ár.
Samskiparar siga við Kringvarpið, at tey vænta, at byrðan verður minni komandi ár, nú gamla ruskið er savnað saman.
"Rudda Føroyar" verður aftur í 2020.
Sí innslagið í Degi & Viku her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald