Árligur ruddingardagur hevur í fleiri ár verið fyriskipaður av kommununi, sum hevur heitt á borgarar, fyritøkur og stovnar, um at rudda útvald øki. Í fjør var eisini skipað fyri grannarudding, og var hetta sera væl eydnað.
Heilsunevndin, sum varðar av átakinum Virkið vár, hevur samtykt at royna hetta aftur í ár.
Síðstu árini hevur árligi ruddingardagurin verið knýttur at skránni í Virkið vár, har eitt av endamálunum er at stuðla undir ABC átakinum hjá Fólkaheilsustýrinum um at vera virkin saman og hugbundin.
Lagt verður upp til, at fólk skipa seg í sínum grannalagi ella í smærri bólkum, soleiðis at fólk eru saman um at rudda eitt felags øki. Í hesum sambandi verður eisini ein grannapakki latin hvørjum grannalagi, sum meldar seg til. Pakkin inniheldur bæði okkurt praktiskt til ruddingina, søtt til góman og grønar spírar, sum grannalagið kann fáa gleði av.
Fyri at fáa lut í einum grannapakka er neyðugt at melda til. Ruddingarátakið í grannaløgum er í døgunum 29. apríl – 4. mai og eru tað grannaløgini sjálvi, sum heinta grannapakkan og avgera, hvønn dag tey rudda.
Í tilmeldingini er neyðugt at upplýsa, hvussu nógv taka lut, og hvussu nógv húsarhald talan er um. Neyðugt er eisini, at grannaløgini skipa seg sjálvi við einum samskipari, sum útfyllir tilmeldingarskjalið.
Boð um hvar grannapakkin kann heintast verða send til tey, sum melda til. Til ber at melda til HER
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald