
Vinnu- og havnarøkini í Norðhavnuni og á Stongunum í Klaksvík verða nú ruddað, og í hesum sambandi heitir Klaksvíkar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 26. august.
Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki burturflutt 26. august, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.
Um nakað ivamál er, ber til at seta seg í sambandi við Klaksvíkar Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald