placeholder
Innanlands

Ruddingardagar í Havn verða 6. og 7. mai

Í komandi viku fara skúlar, feløg og onnur í høvuðsstaðnum aftur at seta ein dag av til at rudda grannaløg og náttúru

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

2022-04-25 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verður aftur skipað fyri ruddingardøgum í høvuðsstaðnum.

Tað eru dagar, har skúlar, feløg og onnur seta ein dag av til at rudda grannaløg og náttúru.

Ársins ruddingardagur fyri skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar verður fríggjadagin 6. mai, meðan ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttafeløg og onnur verður leygardagin 7. mai.

Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder