Innanlands

Ruðuleiki valdar á Sandoyarleiðini

Hasfjord hevur tekniskt brek og liggur við rampuna á Gomlurætt. Teistin fær tí ikki lagt at, og er farin til Skopunar aftur at bíða. Møguliga verður ein túrur sigldur úr Skopun til Havnar seinni í kvøld

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2022-05-05 18:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er eingin sigling á leið 60 í løtuni. Leið 60 er leiðin millum Skopun og Gomlurætt.

Orsøkin er, at Hasfjord seinnapartin fekk tekniskt brek, og liggur við rampuna á Gomlurætt. Tískil fekk Teistin, sum kom úr Skopun seinnapartin við ferðafólki og frakt, ikki lagt at.

Teistin lá í Skopunarfirði og bíðaði eina løtu, men strandfaraskipið er nú farið aftur til Skopunar.

Møguliga verður ein túrur sigldur úr Skopun til Havnar seinni í kvøld, segði Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari, við útvarpið í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder