Uttanlands

Ruðulleiki í Washington D.C.

Uppreistrarandi á Capitol Hill har viðhaldsfólk hjá Trump royndu at sleppa inn í tjóðartingsbygningin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-06 21:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag skuldi amerikanska kongressin undir leiðslu av Mike Pence varaforseta formelt góðkenna valið av demokratinum Joe Biden til nýggjan forseta.

Men tinghandlingin mátti útsetast orsaka av mótmælunum uttanfyri. Varforsetin varð fluttur burtur í trygd, meðan løgreglufólk vórðu kallað til fyri at skapa frið framman fyri tingbygninginum.

Seinni eru fleiri løgreglulið komin, og eisini tjóðarhirðin er boðsend.

Borgarstjórin í Washington hevur eisini kunngjørt útigongubann frá í kvøld klokkan 18 at rokna.

Frá fleiri síðum hevur verið heitt á Donald Trump um at taka orðið og fáa mótmælisfólkini at sissa seg, men higartil hevur Trump ikki gjørt annað enn at mana til siðsemi á boðum a Twitter.

[object Object]

Fyrr í dag eggjaði hann mótmælisfólkunum annars til at fara til Capitol Hill fyri at krevja teirra rætt. Nevniliga at ógilda forsetavalini í fleiri statum, tí valskvik skal vera farið fram, hóast ongin av kærumyndugleikunum higartil hava givið forsetanum viðhald.

Dagurin í dag hevur verið dramatiskur.

Fyrst tá tað frættist, at demokratarnir eftir øllum at døma vunnu senatsvalið í Georgia, og demokratarnir harvið vunnu meirilutan í senatinum eisini.

Seinni í kongressini, har republikanarar við Ted Cruz senatori á odda royndi at leingja góðkenningini av valinum fyri ístaðin at seta eina eina serliga kanningarnevnd at hyggja eftir uppteljingini fyri at eftirkanna um valsvik er farið fram, eins og ein stórur partur av amerikanska fólkinum heldur.

Fyri løtu síðani helt komandi forsetin, Joe Biden, eina røðu, har hann fordømdi tí, sum hendir í Washington í løtuni, og eisini hann heitti á Donald Trump forseta um at taka frástøðu frá mótmælunum við Capitol Hill.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder