Rudy Giuliani, fyrrverandi borgarstjóri í New York City og seinni advokatur hjá Donald Trump, skal rinda 148 milliónir dollarar (ein góð milliard í okkara krónum) í endurgjald til tvey valstarvsfólk í statinum Georgia, hevur ein dómstólur í Washington avgjørt.
Talan er um endurgjald fyri ærumeiðing. Tey bæði starvsfólkini vórðu nevniliga alment løgd undir at fremja valsvik í sambandi við forsetavalið í 2020.
Avgerðin hjá dómstólinum er absurd, sigur Giuliani, sum kærdi avgerðina á staðnum.
Endurgjaldskravið áðrenn rættarmálið var í minsta lagi 48 milliónir dollarar (328 milliónir krónur), skrivar Ritzau.
Advokaturin hjá Giuliani ásannaði, at Giuliani hevði skatt umdømið hjá teimum báðum starvsfólkunum, men kortini helt hann, at endurgjaldkravið fór at verða vanlukkuligt fyri Giuliani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald